Skúlasøgan

Fransiskanarasystrarnar byrjaðu privatan skúla í Havn í 1931. Tað var hjá Klett í Bringsnagøtu. Leingi høvdu tær ætlað hetta, men býráðið hevði ikki tikið undir við tí. Men í 1931 bar til. Skúlaviðurskiftini í kommununi vóru tá so trong, at myndugleikarnir tóku við opnum ørmum av tilboðnum frá nunnunum. Árið eftir keypti katólska bispadømið í Keypmannahavn eitt øki sunnan fyri viðarlundina og farið var undir at byggja kirkju, kleystur, skúla og barnagarð. H.C.W.Tórgarð teknaði bygningarnar. Skúlin við Varðagøtu, sum vit kenna hann í dag, byrjaði í 1933. Tó er eftir tørvi bygt uppí, umframt at fimleikahøll kom fyrrapartin í '60unum. Skúlin hevur bara havt grunddeild.
Í 1965 byrjaðu fransiskanarasystrarnar forskúla. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar.
Í 1985 var tíðin farin frá hesum sermerkta skúla, - nunnurnar handaðu skúlan til Tórshavnar Kommunu, tí tær ikki sóu seg førar fyri at halda fram. Systrarnar fingu nýggjan bústað og kirkju, sum liggur í grannalagnum av skúlanum.
Í dag er eingin nunna eftir á skúlanum, men navnið hongur eftir. 






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo