
Ævintýraferðin 2011
Mikudagin 14. september kl. 9.00 verður Ævintýraferðin spæld í Sankta Frans skúla. Tað eru Dánjal og Búi, sum spæla sjónleikin: Grækaris Grashøvd og Gartnarin Gregor.
Grækaris Grashøvd og Gartnarin Gregor
Í ár er møguligt hjá stovnum kring Føroyaland at uppliva spildurnýggja leikin hjá Ævintýraferðini “Grækaris Grashøvd og Gartnarin Gregor”
Dánjal og Búi hava gjørt enn ein snedigan leik við søgum og sangum, og í samstarvi við listamannin Samal Blak skapað ein sniðfundigan heim við marionettdukkum, maskum og sandkassum.
Í 2009 vann Ævintýraferïn M.A.Jacobsens barnabókaheiðurslønina. Til handanina hevdi Hedin Mortensen, Borgarstjóri hetta at siga um leikbólkin:
“Í "Ævintýraferðini" hjá barnagóðu sjónleikarunum og tónleikarunum er samanspælið hendinga væl funnið uppá. - Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnarbundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi.
- Tað sermerkta við "Ævintýraferðini" er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí.
- "Ævintýraferðin" er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.”




