Allir lærarar á skeið í samvirknari talvu

Mánadagin 3. og týsdagin 4. okt. 2011 fara allir lærarar skúlans á skeið í samvirknum talvum, og tí hava næmingarnir í 1. - 7. flokki frí hesar dagar!

Forskúlin er í skúla sum vanligt!


Nærri um skeiðið:

KT-skeið um samvirknar talvur er partur av eini stórari verkætlan, sum verður skipað í øllum fólkaskúlanum tey bæði skúlaárini 2011/12 og 2012/13.

Til samans fimm skúladagar verða brúktir hesi skúlaárini. Tríggir dagar til KT og tveir til fakliga lesing. Nám samskipar verkætlanina í samstarvi við Mentamálaráðið og skúlaleiðslurnar. Verkætlanin verður skipað úti í skúlunum, so allir lærarar kunnu vera við, so útgerð, sum er í skúlunum, kann verða brúkt.

Endamálið er at geva lærarum førleika at nýta samvirknu talvuna, ActivBoard, SmartBoard, CleverBoard, ella Qomo sum eitt natúrligt amboð í undirvísingini. Umframt samvirknu talvurnar verður ein dagur við kunning um FirstClass og Snar.

Skeiðið er skipað í trimum stigum. Fyrsta stigið er býtt í tveir partar, 1a og 1b. Lærarar, sum ikki hava tørv á stigi 1a, fara ístaðin á 1b. Allir lærarar taka annað og triðja stig.

1a. Grundleggjandi undirvísing í samvirknu talvuni

1b. Aðrir grundleggjandi møguleikar við samvirknu talvuni

2. Nýggjastu møguleikarnir í samvirknu talvuni

3. Verkstova

Undirvísarar í KT eru Sólvá Jónsdóttir og Heini Nygaard, ráðgevar í Námi. Tey hava bæði drúgvar royndir við KT í undirvísingini og hava tikið nógv skeið innan KT og didaktikk bæði í Føroyum og uttanlands.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo