Evnisvikan mars 2011
Evnisvika í Sankta Frans Skúla
Evnisvika hevur verið í skúlanum í viku 13. Evnið hevur verið: Ein ferð ígjøgnum føroyskt.
Hetta er eitt breitt og rúmligt evni, og hugskotini hava verið sera fjølbroytt.
Dagurin er byrjaður við eini felags morgunløtu í fimleikahøllini. Aftan á morgunsangin hevur ein viðkomandi framløga verið til sjálvan dagin. Eitt nú hevur Oddfríður M. Rasmussen greitt frá mannagongdini, tá hann skrivar søgur og yrkir til børn. Brynjolvur Lamhauge hevði forvitnisliga framløgu um gomul føroysk barnaspøl, ið nøkur børn høvdu vant frammanundan. Onkur dagdvøljuspøl vórðu sýnd í ”yvirvaksnari stødd”. Tá navnframi Ingi Sørensen sýndi ævintýrkendar litmyndir úr taraskógi okkara í grannasjógvi her í Suðurstreymi og norðanfyri, vórðu næmingarnir sera hugtiknir. Eisini sýndi ídni kavarin okkum myndir av skipsrovum á havsins botni. Hetta var hugtakandi og sera áhugavert og gjørdist tað stóra samrøðuevnið gjøgnum dagin. Sangløtu við góðum, gomlum og nýggjari sangum hava vit eisini verið felags um.
Úti í flokkunum hevur verið nógv virksemi, - sagnir, seyðatjóvar, sjórænarar, mállæra, greining av yrkingum osfr. Samanumtikið hava dagarnir verið nakað serligt, ið øll hava tikið til sín. Einki at fara skeivur av, at næmingarnir kenna evnið sum nakað, vit í felag eru saman um at eiga, og sum er okkara burtur av, - tað føroyska !
Ein árlig evnisvika meta vit øll vera neyðuga í dagsins skúla.
Myndir liggja í Myndasavninum, myndir 2011




