Frukt við í skúla!
August 2010
Til foreldur/avvarðandi hjá næmingum í Sankta Frans skúla
Frukt við í skúla
Vit fara við hesum at heita á tykkum um at geva barni tykkara frukt ella grønmeti við í skúla hvønn dag.
Eitt tíðarskeið fyri fáum árum síðan var ein fruktskipan sett í verk, har næmingarnir fingu eina frukt um dagin. Hesum tiltaki stóð Mentamálaráðið fyri, men tíverri datt tað niðurfyri eftir einum hálvum ári, tí at eingin játtan var frá almennari síðu.
Skúlastýrið hevur tosað við nakrar lærarar, sum greiddu frá, at meðan fruktskipanin var í gongd, merktu teir mun á: Tað var meira friður og betri konsentrasjón í flokkunum.
Vit meta tí, at tað hevði verið gott, um ein tílík skipan var sett á stovn aftur. Ymiskir møguleikar hava verið frammi, men semja er um, at skúlastýrið við hesum fer at heita á øll foreldur/avvarðandi um at geva børnunum frukt ella grønmeti við í skúla, sum tey kunnu eta í langa fríkorterinum.
Vit vóna, at tikið verður væl undir við hugskotinum - til gagns fyri okkara børn.
Skúlastýrið bjóðar annars næmingum og foreldrum/avvarðandi hjartaliga vælkomin til eitt nýtt skúlaár í Sankta Frans skúla.
Blíðar heilsanir
Skúlastýrið í Sankta Frans skúla
Skúlastýrið í Sankta Frans skúla hevur 6 limir: Foreldrini velja tríggjar limir, Tórshavnar Býráð velur tveir og lærararnir velja ein. Umboð fyri foreldrini eru



