Hjálpartiltakið hjálpið Haiti

Hjálpartiltakið ”Hjálpið Haiti” á pálsmessu 2010

Sera væl varð tikið undir við loppusøluni seinasta mánadag. Kl. 8 byrjaðu vit sum vanligt við morgunsangi. Áðrenn børnini fóru í sínar skúlastovur, greiddi stjórin stutt og greitt frá um vanbýtið, børnum er fyri, tá náttúrukreftirnar gera um seg og kríggj herja. 
 
Hvør næmingur í sínum lagi legði upp til at fáa so gott úrslit sum gjørligt. Ikki var gjørt sørt burtur úr tí myndaliga, - at sølan skuldi síggja innbjóðandi og meiningsfull út.
Bakstur og heimagjørd bomm og slikkipinnar lógu frammi til sølu umframt annað góðgæti. Tónleikafløgur og skemtifløgur vóru eisini á handilsdiskunum, ið foreldur, sum eru útgevarar, høvdu latið tiltakinum.
Samanumtikið eitt væleydnað tiltak. Pengarnir, ið inn komu, verða lætnir Frelsunarherinum í Føroyum, ið skal byggja eitt barnaheim upp aftur í Port-au Prince, sum rapaði í skjálvtanum. Skúlin takkar tykkum øllum, ið stuðlaðu. 12 túsund krónur gav sølan.
Av sínum eintingum gingu 3 gentur úr 6. b oman á Kongabrúnna og niðanaftur kl. 11.30 við eini bússu. Tær komu aftur við góðum 600 krónum. So samhugi streymar sanniliga til tey neyðstøddu á Haiti.
Børnum dáma at taka ábyrgd, tá karmarnir eru í lagi. Soleiðis kendist tað í dag.





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo