Kom og les 2010
Tórshavn 26. januar 2010
Kom og les!
Til heimið!
Frá 1. - 19. februar verður lesiátakið “ Kom og les”. Átakið er fyri allar næmingar.
Endamálið er, at øll børnini lesa í 40 min. um dagin, t.e. 20 min. í skúlanum og 20. min. heima.
Næmingarnir í hvørjum flokki byrja við somu bók. So hvørt næmingurin er liðugur við eina bók, ummælir hann bókina. Eftir at felagsbókin er liðug, eru næmingarnir vælkomnir at læna bøkur á bókasavninum ella hava bøkur við heimanífrá. Næmingarnir kunnu lesa føroyskar, danskar ella enskar bøkur.
Heitt verður á tykkum um at taka væl undir við tiltakinum og at tit sita saman við barninum í 20 min. um dagin og lesa.
Tað er umráðandi, at børnini altíð hava bøkurnar til “ Kom og les” við í skúla. Tí fara vit at heita á tykkum at ansa eftir, at bókin til lesiløtuna er í taskuni, tá barnið fer í skúla.
Í skúlanum verður tiltakið skipað soleiðis, at hvønn morgun verður ringt til lesiløtu, og øll seta seg at lesa.
Vinarliga
Skúlastjórin




