Kunning um forskúlan og 1. flokk

Góð skúlabyrjan við samstarvi millum forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla
Sankta Frans Skúli fær nýggjan skúlabygning til forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla, so mánadagurin 15. august í ár verður ein serligur dagur í Sankta Frans Skúla, tí tá tekur skúlin ímóti forskúla, 1. flokki og frítíðarskúla í nýggjum skúlabygningi.
Nýggi skúlin er komin væl áleiðis og verður væntandi liðugur um mánaðarskiftið apríl/mai. Skúlin liggur í einum friðarligum náttúruvøkrum umhvørvi við góðum møguleika at nýta bæði náttúruna, mentanarliga umhvørvið í listaskálanum og rørslumøguleikar á stadionøkinum í undirvísingarliga virkseminum bæði í forskúla, 1. flokki og frítíðarskúla.
Umstøðurnar í forskúlanum batna munandi í nýggja skúlanum. Tey, ið kenna forskúlan, hava uttan iva góð og rík minni um tann ”gamla forskúlan”, sum varð settur á stovn í 1963, men tíðin er farin frá teimum gomlu hølunum. Umstøðurnar eru broyttar, tí dagsins skúlin setur øðrvísi krøv til tíðarhóskandi, praktiskar og mennandi karmar.
Vit vilja gera okkara ítasta fyri at skapa ein kveikjandi og mennandi forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla. At alt virksemi í forskúla, 1. flokki og frítíðarskúla er í sama bygningi, gevur góðar møguleikar fyri samstarvi, so til ber at skapa samanhang millum læring og virksemi í forskúla og 1. flokki og við tilknýti til frítíðarskúla.
Tey, sum ætla at skriva børn síni inn í forskúlan í Sankta Frans Skúla, kunnu antin ringja til skúlan á 302530 ella senda skúlanum teldupost, fra@skulin.fo




