Leys størv - Stuðlar
Sankta Frans skúli
Varðagøta 10 - 100 Tórshavn.
Tlf. 302530 – Fax. 302531
www.sankta.fo
Størv sum námsfrøðiligir stuðlar í Sankta Frans skúla
Søkt verður eftir 3 stuðulsfólkum, ávikavist 10, 21 og 26 tímar um vikuna, skúlaárið 2010/11 til næmingar við serligum tørvi.
Fyrimun hava umsøkjarar við royndum í mennandi stuðulsarbeiði og viðkomandi útbúgvingum.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Vit vænta, at tú
· í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
· ert fyrikomandi, virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
Umsóknir:
Umsóknir skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin. 21. mai 2010 kl. 12.00
Nærri fæst at vita um størvini hjá Jákup Lindberg,varaskúlastjóra, tlf. 302533 / 282533 ella hjá Selmar Jacobsen, skúlastjóra, á telefon 302532 / 220716
Í Sankta Frans skúla eru 300 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 30 lærarar. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan




