Loppusølan
Flokkarnir saman við lærarunum tóku dyggiliga undir við tiltakinum. Her stóð ikki á at seta góð orð og hugskot á marknaðin. Børnini dugdu sera væl at bera seg at og at sýna fram. Jú, eitt slag av ”handilsskúla” sóu vit. Og hjartað høvdu tey sanniliga við, tá hugsað verður um, hvat innsavningin snúði seg um.
Til ”Barnahjálp” komu góðar 8.500 kr inn, - tað er nakað, ið gleðir okkum.
Hjartans tøkk øll, ið gjørdu tykkara til tað góða úrslitið.




