Nýggi smábarnaskúlin

Sankta Frans skúli – lisitatión av nýggjum smábarnaskúla.
Hósdagin 3. juni var lisitatión at byggja nýggjan smábarnaskúla við Sankta Frans skúla. Nýggi skúlin, sum er 460 fermetrar stórur, skal byggjast sum sjálvstøðugur bygningur norðan fyri verandi fimleikarhøll.
Nýggi skúlin skal hýsa forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla hjá forskúlabørnunum. Skúlin verður bygdur til 96 næmingar. Lisitatiónin var innboðin, har byggifeløgini skuldu geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøkuna.
Inn komu fýra tilboð:
| P/f Valbjørn Dalsgarð | kr. 8.466.742 |
| P/f. ÁTS | kr. 8.790.461 |
| Sp/f. Búsetur | kr. 9.270.281 |
| P/f. Articon | kr. 9.273.824 |
Metingin fyri arbeiðstøkuna er kr. 9.250.000 uttan mvg.
Tilboðini verða nú kannað. Hereftir verður tilmæli gjørt til politiska støðutakan, sum helst verður seinast í juni. MAP Arkitektar eru høvuðsráðgevarar. Undirráðgevarar eru Verkfrøðingastovan, PB Consult og Viggo A. Hansen.
Kelda: http://www.torshavn.fo/
