Nýggjar námsætlanir og próvtalsstigi til fólkaskúlan

Sum sagt verður í skjaldrinum “Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma,” er umráðandi, at vit geva børnum og ungdómi okkara bestu uppvakstrar- og menningarmøguleikar. Vitanarsamfelagið letur upp fyri stórum møguleikum og setur stór krøv til fjølbroyttar fakligar førleikar. Í hesum sambandi hevur fólkaskúlin eina stóra uppgávu.
Eg havi í arbeiði mínum sum landsstýriskvinna í mentamálum lagt áherðslu á at menna skúlaverkið bæði bygnaðarliga, innihaldsliga og námsfrøðiliga. Nýggju námsætlanirnar, sum nú verða settar í verk í fólka­skúlanum, eru ein góður karmur um undirvísingina. Dentur er lagdur á, at næmingarnir ogna sær fakligan kunnleika, læra at nýta sínar mongu gávur bæði í skapandi- og tónlistalærugreinum, umframt at teir ogna sær ymsar arbeiðshættir og evni at samstarva og bera fram sínar hugsanir.
Námsætlanirnar eru beinagrindin, men næmingar, lærarar og for­eldur eru sálin og hjartaslátturin í okkara útbúgvingarskipan. Mín vón og áheitan er, at vit øll taka lógvatak saman um fólkaskúlan, og at náms­ætlan­irnar verða eitt ítøkiligt amboð í arbeiðinum at fremja eina fakliga mennandi undirvísing, ið tekur atlit at ymisleikanum og tí einstaka barninum, so allir næmingar fáa sínar avbjóðingar.
Samstundis fari eg at takka øllum tykkum, ið hava lagt stórt arbeiði í at gera nýggju námsætlanirnar, lagt til rættis, grundað yvir, orðað og roynt námsætlanirnar.

Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum

Les meir á http://www.namsaetlanir.net/

 





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo