Mynd: Mariukirkjan

Páskahald

Líka síðan Mariukirkjan varð vígd í 1987, hava fransiskanarasystrarnar sýnt skúlanum stóra vælvild, tá vit hava okkara árliga páskahald.
Skipað verður soleiðis fyri, at næmingarnir fara í Mariukirkjuna í trimum bólkum. Hetta er neyðugt, tí plássið er so avmarkað.
Næmingar skipa saman við lærarunum fyri sínum páskahaldi. Tekstir, ið lisnir verða, hava allir páskainnihald og sálmarnir við sjálvandi.

Kirkjan er eitt listarverk í sær sjálvum innan sum uttan. Hon er ein virðiligur karmur undan páskahøgtíðini. Okkum hugar hesa løtuna sera væl.
Í ár verða páskahaldini fríggjadagin 15. apríl. Byrjað verður við teimum yngstu kl. 9.50.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo