Rørsludagar 25. og 26. aug. 2010

Góðu tit har heima!

Viðrar, skipar skúlin fyri tveimum rørsludøgum mikudagin 25. aug. og hósdagin 26. aug., t.v.s. í morgin og ovurmorgin. Vit leggja bøkurnar til viks og fara út at røra okkum.
Mikudagin fer 1., 2., og 3. flokkur niðan á  Tórsbreyt til frælsan ítrótt, meðan 4. til 7. flokkur fer ein gongutúr niðan á Fransatoftirnar og koma heimeftir eftir Sundsvegnum umleið kl  12 – 13.

Hósdagin fer 4. til 7. flokkur niðan á Tórsbreyt til frælsan ítrótt, meðan 1., 2. og 3. flokkur fer ein gongutúr.

Næmingarnir skulu hava matpakka við og verða í hóskandi klæðum.

1., 2. og 3. flokkur enda dagin í skúlanum umleið kl 13.

Við rørslukvøðum

Sankta Frans skúli

 





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo