Skúlabókasavnstíðindi

Sum fyrr greitt frá á heimasíðuni, hevur skúlin skipað fyri átakinum ”Kom og les” seinastu tríggjar vikurnar.

Nú er lesiátakið av, og hava lærarar og næmingar hugnað sær hesar lesiløturnar. Næmingarnir hava verið dúgligir at lænt sær bøkur á skúlabókasavninum. Helst eru tað fagrar bókmentir, genturnar læna, og mangan velja tær framhaldssøgur, ið vit eru so heppin at eiga bæði á føroyskum og donskum. Dreingirnir vilja heldur hava yrkisbókmentir. Tá eru tað bøkur um djór, bilar, flogfør og rúmdarfør. 2. heimskríggj er eisini nakað, dreingirnir vilja vita meiri um.

Okkara yngru lesarar eru ómetaliga glað fyri krabbabøkurnar. Tær verða lisnar nógv av bæði gentum og dreingjum í miðdeildini. Bøkurnar eru lesiviðgjørdar til málbókin, hvat torleika og spenningi viðvíkur.

Lesivikurnar hava prógvað tørvin, lesiforvitnið og spenningsløtuna. Dagliga eru nógvar bøkur farnar út av bókahillunum. Afturberingin hevur eisini verið eftir avtalu.

”Kom og les” er eftir skúlans tykki ein gott tiltak. Tað fremur so avgjørt um lesihugin.  





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo