Leys størv

Sankta Frans skúli
Varðagøta 10 - 100 Tórshavn.
Tlf. 302530 – Fax. 302531
www.sankta.fo

Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Lýst leyst til setanar frá 1. august 2010

Søkt verður eftir 8 lærarum

·       3 lærarum í fast starv frá 1. august 2010  

·       4 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2010/11. Størvini eru fulltíðarstørv

·       einum lærara í parttíðarstarv, sum er tíðaravmarkað skúlaárið 2010/11

Tíðaravmarkaðu størvini og parttíðarstarvið eru fyri lærarar, ið hava farloyvi, lækkað tímatal, tímar vegna serligan tørv og at lesa avlopstímar

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans  
  • leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum uppgávum:

  • flokslæraraarbeiði
  • undirvísa í ítrótti/svimjing
  • undirvísa í føroyskum, enskum, donskum og støddfrøði
  • undirvísa í tónleiki
  • undirvísa í handaligu lærugreinunum

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tímatalið til parttíðarstarvið verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2010

Umsóknir:
Umsóknir við avrit av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. apríl 2010. kl. 12.00

­­­­­­­­­­­­­­­­­Nærri fæst at vita um størvini hjá Selmar Jacobsen, skúlastjóra, á telefon 302532/220716 ella hjá Jákup Lindberg, varaskúlastjóra, á tlf. 302533/282533.


Í Sankta Frans skúla eru 300 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 30 lærarar. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S


SAMSKIFTI 

SANKTA FRANS SKÚLI

FO-100 Tórshavn
Føroyar

Tel:        30 25 30
Faks:  30 25 31
Forskúlin:  28 18 38
Frítíðarskúlin  21 25 45
   
Teldupostur: fra@skulin.fo