Stomp
Fríggjadagin 9. apríl fingu okkara næmingar høvi til at royna STOMP við tveimum dúgligum leiðarum. Stomp er ein samanrenning av tónleiki, sangi, rørslum og ljóði. Sigrid Rasmussen úr Havn var annar av leiðarunum. Børnini hugnaðu sær tann tíman tað vardi í fimleikahøllini. Stomp sigst vera mennandi fyri innlæringina hjá børnum. Tí krevst gott samarbeiði og bindindi, tá øll tey ymisku ljóðini skulu ganga upp í eina eind.




